mandag den 31. marts 2008

Ása í barnaútvarpinum

Kløkkur bleiv eg tá eg koyrdi av gomlurætt kl. 07:15 í morgun. Barnaløtana var at hoyra sum vanligt men hesu ferð hoyri eg at tey tosa við Ásu. Ása hevði gloymt at sagt frá at barnaløtan hevði verið og vitjað tey í Skopunar skúla, nú verður man noyddur at lurta gjølla um tey eisini fara at vitja barnagarðin, so kundi tað verið at Karolina verður at hoyra eisini, tað hevði verið stuttligt.
Til ber at hoyra barnaløtuna við at fara inn á leinkjuna niðanfyri
http://www.uf.fo/realaudio.asp?slag=barna&r=1
Veljið síðani Barnaløtan 31-03-2008

mandag den 24. marts 2008

So vóru páskir



Gleðilig páskir øll somul. Nú havi vit haft okkara fyrstu páskir í Skopun. Tað hevur verið stak hugnalig og friðaligt, góður matur og nakrar einkultar vitjanir av og á er tað heila, einki stress. Tó hevur Jón Tór haft úr at gera, hann hevur arbeitt í Norðurlanda húsinum øll páskini saman við Róki gubba, so at hann hevur verið fyri tað mesta í Havn.

Teir flestu av páska døgunum hevur tað verið sera gott veður, so at mesta av tíðini er farin í gongutúrar og spæl úti men so fall ordiligt vetrar veður annan páskadag við kava og frosti, tað stóðgaði tó ikki ætlananum við at rulla egg, sum Karolina orðaði tað brennandi, brennandi, sekandi stuttligt, ikki spyrja meg hvar hon hevur hatta frá.

Alt í alt, burtur sæð frá arbeiði, hava tað verið frálík páskir, tað gjørdi tað hvussu so er ikki verri at Manchestur United hølvaði Liverpool av 3 - 0 páskadag :-)