Á myndunum sær man hvussu landið sparar eftir reyv bert fyri at halda sandoyingar nøgdar. Við at seta Ternuna inn í sigling eru útreiðslunar tvey skip, altso tvær manningar. Hvat fa... hugsa teir fyri sær, nú haldi eg at teir skulu taka seg saman.
mandag den 30. juni 2008
søndag den 15. juni 2008
Tiger yvirkoyrdur
Fríggjakvøldið kom Tiger skaddur heim eftir at hava verið úti. Vinstri labbi framman er møguliga brotin og eitt opið sár var eisini. Vit hava roynt sum fragast at lappa hann aftur, hann sær út til at hava tað gott eftir umstøðum men trakkar ikki í. Nú hevur hann so fyngið tvær venindur at spæla við, á myndini sæst at eitt sindur av spenningi er í luftini enn og hevur serliga tann myrkara hug at fýsa eitt sindur hvørja ferð Tiger nærkast. Ása eigur tað myrku og verður hon kallað Fýsa og hina lítlu eigur Karolina og hon eitur Tussi. Tiger og Fýsa eru syskin og er bert spenningur har í millum.
Arbeiðsbilurin hjá Eskild futtaði av á Gomlurætt

Eftir at hava feirað EB/Streym leygarkvøldið, bleiv ein vinmaður hjá okkum her í Skopun vaktur av einum telefon uppkalli frá hinu megin fjørðin. Tað var politiið ið var í hinum endanum og boðaði frá at arbeiðsbilurin hjá honum var futtaður av á Gomlurætt. Enn eri ikki greitt hví eldur er komin í bilin. Sum sæst á myndini standa bilar báðumegin við, so at talan er nokk ikki um ásettan eld. Sólin hevur bakað í dag og kundi tað verið orsøkin men tað eru alt bara gitingar. Fyri ikki so langari tíð síðan byrjaði Eskild at arbeiða hjá PH-heilsøluni, sum ísmaður og tann bilurin hann vanliga koyrir er á verkstað í løtuni so at hatta er ein lánibilur. Sum skilst kom annar av bilunum ið standa við síðunar av eisini til skaða av hitanum frá eldinum.
mandag den 26. maj 2008
Djóradagur
Í dýrdarveðrinum í gjár vóru vit ein túr hinumegin fjørðin. Á skránni hesu ferð var so tann árligi djóradagurin hjá ríðingarfelagnum. Farið var úr Skopun kl. 12:30 við Ternuni, av tí at tyltakið ikki skuldi byrja fyrr en kl. 14:00 vóru vit og vitjaðu í Reynsgøtu 55b áðren farið var út í Havnardal.
Djóradagurin var sera væl eydnaður í ár, mest grundað av veðrinum, sigast má at tað var sera hugnaligt at spáka runt og hyggja eftir teimum ymisku djórunum, framsýningum av gonguløgum o.ø. Høvið var eisini at royna ymiskt sum t.d. pony ríðing, hoppa trampolin fast bundin í onkur lastik, fiskibrunnur, hoppiborgir, mek. tarv og mangt annað. Tað gjørdist skjótt greitt fyri okkum at møguleikin at royna alt ikki var til staðar, sum tíðin leið gjørdust køðinar bara longri og longri sum tíðin leið og sum kunnugt mugu vit útoyggja fólk tillaga okkum eftir hvusuu ferjunar sigla.
Alt í alt vil eg siga at hetta var ein sera væl eydnað familju útferð og verða tað vónandi fleiri av slagnum fram yvir.
P.S. diddunar vildu gjarna vera ein partur av djóra fylkinum á degnum og fyngu tær tí andlitini málaði, tíðan verr gloymdist myndatólið heima og tá tað ikki er koyrandi um fjørðin, bla bla bla bla, bleiv tað bert til tað einu myndina tykna við telifonini
lørdag den 17. maj 2008
Tveir dagar og úrslitið nærkast :-)
fredag den 16. maj 2008
Nú er tað slutt við "THE PINK PANTER"
Endiliga hevur Jacoba tykið støðu til hvørjar farvur skulu upp á húsið, hi, hi. Hevði tað bara skulað verið hon sjálv sum skuldi koyrt tær á. Nei tvætl, alt til sína tíð, nú orkaðu vit ikki meir at síggja tað ljósareyða meir so nú var tíðin komin til at skifta, farvunar síggja tit ámyndunum men tað er ringt at síggja enn, en er bert eitt umfar komið á og sokkulin er ikki málaður enn, om igen, alt til sína tíð. Øll í bygdini vænta at eg komi at taka yvir eftir Gerhard her suður, eg havi "skít" fult av ætlanum men einki verður til veruleika, nú ætli eg at vísa teimum, so er bara spurningurin, verða tað fleiri ella færri atkvøður!!!!!!!
SET X VIÐ LISTA A
er tað ov tíðliga at koldøma samgonguna (vænti tað verður skjótt, he, he) JARR!
lørdag den 19. april 2008
Okkara lítla didda er vorðin stór:-)
Dýri byðidagur er ein minningarríkur dagur fyri okkara familju. Hendan dagin gjørdist okkara lítla didda til eina stóra diddu. eftir at hava hjálpt henni bert í okkurt um 1 min. kláraði hon at súkla sjálv uttan hjálpi hjól. Stoltleikin blomstraði hjá okkum sum foreldur. Nú verður dugliga vant við at læra at brúka bremsunar, brattar brekkur eru enn ov stór avbjóðing, tí hava vit verið við henni har tað er slætt fyri at venja. Tað var ringt at halda teimum inni fyrr og nú er tað ikki lættari, tær vóru úti og súklaði heilt til kl. 21:00 í gjár, og so skjótt tær fyngu eygur í morgun gekk leiðin út aftur.
Hava arbeiði, puf!!
Hósdagin vóru vit øll í havanum og royndu at fáa eitt sindur av skili men tað var ikki latt. Havin hevur ikki haft nakran góðan í langa tíð og tí er alt voksið saman í eitt. Okkara ætlan er at fáa bedið reinsað soleiðis at vit fáa plantað nøkur blomstur og møguliga onkrar runnar. Tá tað er gjørt vera vit noydd til at reinsa plenuna og slága hana nakrar ferðir fyri at fáa alt tað deyða burtur. Vónandi fáa vit tað grønt til í summar so at vit kunnu fáa nakrar hugnaligar løtur har.
tirsdag den 1. april 2008
P.S.
Tiger slangar sær
Her sýggja vit Tiger. Babba og hann settu seg at hyggja eftir FC Roma vs. Manchester United í kvøld og á myndini sýggja vit hvussu áhugaður hann er í fótbólti, hann vaknaði ikki eingang tá babba leyp upp eftir at Christiano Ronalda skoraði eitt fabiliøst mál. Babba bleiv sera skuffaður, nú helt hann at hann endiliga hevði fyngið ein beiggja sum tímdi at hyggja eftir fótbólti vi sær men nei. :-(
So skjótt sum hann sær tógv er hann garvillur, man hann vera av hinum s......, nei tvætl
So skjótt sum hann sær tógv er hann garvillur, man hann vera av hinum s......, nei tvætl
mandag den 31. marts 2008
Ása í barnaútvarpinum
Kløkkur bleiv eg tá eg koyrdi av gomlurætt kl. 07:15 í morgun. Barnaløtana var at hoyra sum vanligt men hesu ferð hoyri eg at tey tosa við Ásu. Ása hevði gloymt at sagt frá at barnaløtan hevði verið og vitjað tey í Skopunar skúla, nú verður man noyddur at lurta gjølla um tey eisini fara at vitja barnagarðin, so kundi tað verið at Karolina verður at hoyra eisini, tað hevði verið stuttligt.
Til ber at hoyra barnaløtuna við at fara inn á leinkjuna niðanfyri
http://www.uf.fo/realaudio.asp?slag=barna&r=1
Veljið síðani Barnaløtan 31-03-2008
Til ber at hoyra barnaløtuna við at fara inn á leinkjuna niðanfyri
http://www.uf.fo/realaudio.asp?slag=barna&r=1
Veljið síðani Barnaløtan 31-03-2008
mandag den 24. marts 2008
So vóru páskir
Gleðilig páskir øll somul. Nú havi vit haft okkara fyrstu páskir í Skopun. Tað hevur verið stak hugnalig og friðaligt, góður matur og nakrar einkultar vitjanir av og á er tað heila, einki stress. Tó hevur Jón Tór haft úr at gera, hann hevur arbeitt í Norðurlanda húsinum øll páskini saman við Róki gubba, so at hann hevur verið fyri tað mesta í Havn.
Teir flestu av páska døgunum hevur tað verið sera gott veður, so at mesta av tíðini er farin í gongutúrar og spæl úti men so fall ordiligt vetrar veður annan páskadag við kava og frosti, tað stóðgaði tó ikki ætlananum við at rulla egg, sum Karolina orðaði tað brennandi, brennandi, sekandi stuttligt, ikki spyrja meg hvar hon hevur hatta frá.
Alt í alt, burtur sæð frá arbeiði, hava tað verið frálík páskir, tað gjørdi tað hvussu so er ikki verri at Manchestur United hølvaði Liverpool av 3 - 0 páskadag :-)
torsdag den 28. februar 2008
So hava fastur og Henning fyngið ein beiggja

Náttina til hósdagin 28. Februar 2008 fyngu Linda fastur og Henning ein vælskaptan beiggja. hann vigaði 3000 gram og var heilar 53 cm. Eftir frásøgn frá Stinu fastur gekk alt sera væl og stóðu Linda og Henning seg sera væl ígjøgnum alla føðingina.
Linda møtti á føðideildini mikumorgunin klokkan 08:00 eftir boðum, og skuldi hon setast í gongd, eitt syndur av seinkingum var til at einki bleiv gjørt fyrr en um 11 tíðina. Longri skuldi ganga til verkinir veruliga gjørdu um seg. Ikki fyrr en um 20:00 sama dag byrjaði Linda so at merkja nakað og um 03:00 bleiv hon so rullað inn á føðistovuna og stutt eftir var so hesin lítli eingilin komin í heimin.
Vit úr Skopun vilja við hesum ynskja Lindu og Henning hjartaliga tillukku við hesum ótrúliga fitta beiggja og sjálvandi ynskja beiggjanum vælkomnum í heimin :-)
søndag den 24. februar 2008
Stormurin 23.02.2008
Eitt sindur av vindi hevur verið runt í Føroyum í gjár og hevur tað fyngið avleiðingar fyri mong. Á portalinum stendur at tað hava verið einar 50 fráboðanir um skaðar. Eg dugi so ikki at siga um hesir skaðanir í Skopun eru komnir á tann listan, men eitt skal so sigast at hetta má teljast sum stórir skaðar. Serliga var tað Lívfiskastøin ið hevur staðið fyri skotum hesa ferð. Lívfiskastøðin var ikki eitt offur fyri vindi men brimið hevur alvorliga gjørt um seg, sum man kann síggja á myndunum. Karolina spurdi hvar man nú skuldi senda postin til jólamannin nú postkassin var farin, eg kláraði so at gera hana róliga við tí at hann hevur brævsprekku :-)
torsdag den 7. februar 2008
Veðurváninar
Ein rættiliga eftirfarandi heimasíða er gjørd, har ein kann síggja hvussu veðurváninar eru fyri tað økið ið ein er staddur í. Talan er um eina norska heimasíðu sum virkar á sama hátt sum 3xw.theyr.is har man velur økyð fyri at síggja váninar har, her er tó talan um at man skal skriva navnið á býnum/bygdini ein vil hava upplýsingar um, í tað ovasta leitingar feltið á síðuni og síðani klikja á tilsvarandi leitingar úrslit beint undir. Talan er um heimasíðuna 3xw.yr.no Størsti munurin millum tær báðar áðurnevndu heimasíður er at tann íslenska kostar meðan tann norska er ókeypis.
Far innar og kanna hvussu tað kemur at síggja út har tú ert tað komandi dagarnar:-)
Far innar og kanna hvussu tað kemur at síggja út har tú ert tað komandi dagarnar:-)
mandag den 4. februar 2008
Føstulávints Mánadagur
lørdag den 2. februar 2008
torsdag den 17. januar 2008
Ein stuttligur túrur við babba
Vit fara at ferðast í summar
Vit búgva nú í Skopun
Abonner på:
Opslag (Atom)